Uttanlands

Velja ikki nýtt forfólk í ár

Ikki fyrrenn á heysti næsta ár skal Kristendemokraterne velja nýtt forfólk fyri Mariann Karlsmose, sum hevur lagt frá sær

Marianne Karlsmose, nú fyrrverandi forkvinna hjá Kristendemokraterne heldur, at flokkurin eigur at savna seg um kommunalpolitikk heldur enn landspolitikk (Mynd: Ritzau)

Marianne Karlsmose, nú fyrrverandi forkvinna hjá Kristendemokraterne heldur, at flokkurin eigur at savna seg um kommunalpolitikk heldur enn landspolitikk (Mynd: Ritzau)

2022-11-13 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin boðaði forkvinnan í Kristendemokraterne, Marianne Karlsmose frá, at hon legði frá sær sum forkvinna, og fram til næsta ársaðalfund hjá flokkinum, sum verður í oktober 2023, verða tað tveir nývaldir næstformenn – Jesper Housgaard og Henrik Hjortshøj – sum fara at standa á odda fyri flokkinum.

Mánadagin heitti Marianne Karlsmose eisini á flokkin um ikki at savna inn undirskriftir til næsta fólkatingsval. Á valinum 1. november fekk flokkurin 0,52 prosent av atkvøðunum – langt frá tvey prosent, sum krevst fyri at sleppa inn um tinggáttina.

Nú fyrrverandi forkvinnan heldur, at flokkurin eigur at savna seg um kommunalpolitikk, tí tað er ikki longur relistiskt, at flokkurin sleppur inn á Fólkating, men hesum tykist flokkurin ikki at taka undir við, sigur hon.

– Eg hevði skotið upp, at vit høvdu ein eykaaðalfund, sum skuldi velja nýggjan formann og tosa um, hvørt vit skulu savna inn undirskriftir. Men har var ein greiður meiriluti, sum var ímóti hesum, sigur hon sambært Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder