Innanlands

Veljarafundurin skal eisini myndaliga egna seg til sjónvarp

Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum harmast um, at tað ikki var pláss fyri øllum, sum ynsktu at sleppa á veljarafund í Salt í gjárkvøldið

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2019-08-22 18:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Óheppið at tað ikki var pláss fyri øllum. Tað sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum um veljarafundin í Salt á Drelnesi í gjárkvøldið.

Rigmor Dam, valevni hjá Javnaðarflokkinum fanst at Kringvarpinum fyri at hava veljarafundin í stóru Saltsiloini har fleiri hundrað fólk sleppa inn, og so brúka balkongina, so bara nøkur fá sluppu á veljarafund.

Les eisini: Kringvarpið valdi bakgrundina fram um fólkið

- Upprunaliga vóru 110 stólar og 40 vóru settir upp afturat. Harumframt stóðu nøkur, so nakað omanfyri 150 fólk lýddu á. Hvussu nógv fólk ikki sluppu inn er ilt at meta um, onkur sigur 40, onkur meira, sigur Georg L. Petersen.

- Vit valdu upprunaliga hølir, sum ikki vóru alt ov stór, so tað ikki eru ov nógvir tómir stólar. Harumframt skuldi kulissan eisini taka seg væl út í sjónvarpinum, tí talan er ikki bara um vanliga veljarafund, men ein fund sum eisini myndaliga skal egna seg til sjónvarp.

Stóra høllin í Salt hevði verið nakað tómlig
Mikudagin í síðstu viku skipaði Kringvarpið fyri líkandi veljarafundi á Giljanesi, og har var áleið sama pláss til áskoðarar. Har sluppu øll inn, og tað virkaði væl, sigur Georg L. Petersen.

- Um vit valdu stóru høllina í SALT hetta kvøldið, so hevði hon verið nakað tóm, tí pláss er fyri fleiri hundrað fólkum.

- Men vit skulu taka á okkara kappa, at vit kundu upplýst at fundurin var í kantinuni í SALT og ikki í stóru høllini, sigur Georg L. Petersen, sum eisini ger vart við at Kringvarp Føroya ikki hevði tømt stóra salin í SALT, sum Rigmor Dam vil vera við.

- Vit fara komandi mikudag at vera í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík og fríggjadagin í Kongshøll. Kongshøll hevur ikki nógv fleiri sitipláss enn tað vóru í SALT henda dagin, men er vald tí hon er væl egnað til ein sjónvarpaðan veljarafund.

Kongshøll ikki fleiri sitapláss enn Salt
Annars kann eg upplýsa, at Kringvarp Føroya ikki hevði tømt stóra salin í SALT, sum Rigmor Dam vil vera við. Tey tóku bara eina senu niður eftir eitt endað tiltak, sum einki hevði við Kringvarpið at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder