Skjótt skiftir hvønn vegin í veljarakanningunum, sum Spyr.fo við jøvnum millumbili ger fyri Portalin, nú enn eitt val stendur fyri framman.
Fyri góðum tveimum vikum síðani, beint fyri ólavsøku, kundu vit fortelja, at samgongan fekk meirilutan, men nú er aftur vent í holuni. Nú er støðan vend til 17-16 til andstøðuna.
Í mun til seinastu veljarakanning hevur Tjóðveldi fingið eina afturgongd, sum ger at flokkurin í kanningini fer niður á seks tingfólk. Flokkurin, sum vinnur henda tingsessin er Sjálvstýri, sum sambært nýggjastu kanningini aftur fær umboð á tingi.
Spyr.fo spurdi í gjárkvøldið 500 veljarar um hvat tey høvdu valt, um val var nú. Hetta var sostatt tveir dagar eftir fyrsta formansumfarið í Kringvarpinum og sama dag, sum Miðflokkurin sum hin fyrsti, legði sína valskrá fram.
Miðflokkurin og Sjálvstýri eins stórir
Kunngerðin av valskránni fekk ikki jaliga ávirkan á Miðflokkin í kanningini, tí hann gongur 0,8 prosentstig aftur í mun til seinastu kanning, og fær 3,2 prosent av atkvøðunum og eittans umboð á tingi.
Miðflokkurin og Sjálvstýri eru ájavnir í kanningini við 3,2 prosentum og einum tingfólki. Fyri Sjálvstýri er talan um eina framgongd á 0,9 prosentstig.
Tann triðji av teimum smáu flokkunum á tingi, Framsókn, gongur 0,4 prosentstig fram og fær nú 5 prosent og tvey umboð á tingi.
Kanningin gevur ikki teimum nýggju flokkunum, sum bjóða seg fram nakran møguleika fyri at verða valdir. Framtakið hevur eina lítla framgongd í mun til seinast og fær 1,3 prosent av atkvøðunum, meðan Føroyaflokkurin fær 0,6 prosent, tað sama sum á seinastu kanning.
Viðmerkjast skal, at fyrivarni skal takast fyri úrslitinum, serliga fyri teir smáu flokkarnar, tí óvissan í kanningini liggur millum 0,9 og 3,8 prosentstig.
Bróðursonur løgmans, Beinir Johannesen, stillar upp fyri Fólkaflokkin saman við Jørgen Niclasen, floksformanni (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fólkaflokkurin framvegis størstur
Fólkaflokkurin er framvegis størsti flokkur. Flokkurin gongur 0,1 prosentstig fram í mun til seinast og fær 24,8 prosent av atkvøðunum og 8 umboð á tingi.
Men Javnaðarflokkurin tykist at vinna inn á Fólkaflokkin aftur. Í kanningini gongur Javnaðarflokkurin 0,8 prosentstig fram í mun til seinast, og fær nú 23,4 prosent av atkvøðunum og eisini 8 umboð á tingi. Enn er nakað upp til tey 25,1 prosentini, sum Javnaðarflokkurin fekk á seinasta vali, men 23,4 er tað mesta, sum flokkurin hevur fingið, síðan Spyr.fo byrjaði at gera veljarakanningar fyri Portalin síðsta heyst.
Sambandsflokkurin hevur størstu afturgongd í kanningini. 0,8 prosentstig í mun til seinastu kanning og niður á 19,5 prosent, sum tó er nóg mikið til at varðveita sjey tingfólk.
Tjóðveldi gongur 0,4 prosent aftur í mun til seinast, men tað er nóg mikið til at missa ein tingsess. Tey 19,0 prosentini til Tjóðveldi svarar til seks tingfólk.
Ein stórur munur í mun til undanfarnar kanningar er, at nú hava tey flestu tikið støðu til, hvat tey fara at velja. Bert 3,9 prosent siga seg ikki hava tikið støðu enn. 0,9 prosent siga seg ikki fara á val og 0,2 prosent ætla at atkvøða blankt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald