Innanlands

Veljarakanning á Portalinum leygarmorgunin

Leygarmorgunin verða vit klókari upp á valstríðið í landsins størstu kommunu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-11-01 17:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvør listi verður størstur og hvør skal vera borgarstjóri í Havn? Tað kann veljarakanning, sum verður kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti og á Portalinum leygarmorgunin, geva ábendingar um.

Spyr.fo hevur gjørt kanningina, og hon er send út til borgarar í Tórshavnar kommunu.

Býráðsvalið í Havn er nevniliga tað mest spennandi í nýggjari tíð, nú Javnaðarflokkurin er í tvíningum og fleiri av teirra núverandi býráðslimum stilla upp á nýggjum lista.

102 fólk bjóða seg hesaferð fram sum valevni í Tórshavnar kommunu.

Kommunuval verður 12. november.

Veljarakanningin verður at finna á Portalinum frá klokkan 7 leygarmorgunin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder