Innanlands

Veljarakanning: Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin verða størstir

- Okkurt kundi bent á, at rákið er við at venda í mun til undanfarnar veljarakanning. Tað vísir veljarakanningin sum Blaðið Vikuskifti kunnger í dag

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-12 09:18 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur á løgtingi, um val hevði verið nú. Tað vísir nýggjasta veljarakanningin frá Spyr.fo, sum Blaðið Vikuskifti kunnger í dag.

Veljarakanningin vísir eisini, at Fólkaflokkurin hevði verið stóri taparin, at Framsókn og Miðflokkurin fáa eina munandi framgongd, og at Javnaðarflokkurin skal hava meira enn ein flokk aftur at sær fyri at kunna skapa meirilutasamgongu.

Spyr.fo gjørdi kanningina týsdagin, tá 800 veljarar vórðu spurdir um hvønn tey høvdu valt, um løgtingsval var. Hetta var fyrstu ferð, at Spyr.fo byggir veljarakanning upp á svar frá 800 sokallaðum respondentum. Frammanundan hevur talið til veljarakanningar verið 500. Við 800 kann roknast við størru vissu fyri úrslitinum – óvissan hesaferð verður upplýst at vera 2,4 prosent

Síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder