Innanlands

Veljarakanning: Javnaðarflokkurin varðveitir leiðsluna

Nú tekur Sambandsflokkurin inn á Fólkaflokkin aftur, vísir veljarakanning sum spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-03 08:05 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Javnaðarflokkurin varðveitir sína støðu sum flokkurin við nógv størstu undirtøkuni sambært veljarakanningunum.

Týsdagin vórðu 500 veljarar spurdir um hvønn flokk tey fóru at velja, og eins og seinast Spyr.fo setti henda spurningin vegna Blaðið Vikuskifti, vórðu tað 29 prosent, sum søgdu seg fara at velja Javnaðarflokkin.

Sostatt stendur  Javnaðarflokkurin framhaldandi til at fáa 10 av teimum 33 sessunum í Løgtinginum, um val hevði verið nú.

Fólkaflokkurin missir til sambandið
Fólkaflokkurin er enn næststørstur, men minkar støðugt í mun til løgtingsvalið. Undirtøkan nú er 21,4 prosent, og tað eru yvir trý prosentstig færri enn á løgtingsvalinum 31. august 2019.

Øll kanningin kann lesast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder