Sambært nýggjari veljarakanning hjá Reuters/Ipsos, sum varð gjørd 17. og 18. oktober, er fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden enn langt framman fyri hini 18, sum bjóða seg fram at gerast forsetavalevnið hjá demokratunum til forsetavalið næsta ár.
Av teimum demokratisku og óheftu veljarunum, sum vórðu spurdir í kanningini, søgdu 21 prosent, at tey ætlaði at atkvøða fyri Biden til undanvalið næsta ár.
Hetta er ein framgongd á 3 prosent í mun til seinastu kanning, sum varð gjørd í september, skrivar Politiken.
Beint aftanfyri Joe Biden er Bernie Sanders, senator úr Vermont, sum bjóðaði Hillary Clinton av til undanvalið í 2016. 16 prosent av teimum spurdu søgdu seg vilja atkvøða fyri Bernie Sanders, og beint í hølunum á honum er Elizabeth Warren, senator úr Massachusetts, sum fekk 15 prosent.
Restina av valevnunum eru langt aftanfyri Elizabeth Warren.
Eitt nú fær Borgarstjórin, Pete Buttigieg 5 prosent sambært kanningini, meðan Kamala Harris og Beto O'Rourke bæði fáa uml. 3 prosent.
Hóast Joe Biden, sambært kanningini sær út til at verða greiði vinnarin, er einki avgjørt enn. 5. hvør veljari sigur framvegis, at tey ikki hava tikið avgerð um, hvønn tey fara at atkvøða fyri, og gott tveir triðingar av veljarunum siga eisini, at teir enn kunnu broyta meining.
Fyrsta undanvalið verður í statinum Iowa í februar næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald