Innanlands

Veljarakanning: Samgongan missir tveir tinglimir

Sambært kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Norðlýsið, missir Sambandsflokkurin tveir tinglimir, Javnaðarflokkurin fær tríggjar, og Sjálvstýrið missir sín tinglim

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-08 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samgongan missir tveir tinglimir, meðan andstøðan fær tveir tinglimir afturat, vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Norðlýsið.

Tað er Javnaðarflokkurin, sum er stóri vinnarin við 28 prosent undirtøku, ein framgongd á 5,9 prosent, meðan Sambandsflokkurin er stóri taparin við 15,3 prosent, ið er ein afturgongd á 5,1 prosent.

Sambært veljarakanningini hevði Sambandsflokkurin mist tveir tinglimir, meðan Javnaðarflokkurin hevði fingið tríggjar. Hinir flokkarnar høvdu varðveitt sínar tingsessir, uttan Sjálvstýri, sum hevði mist sítt umboð á tingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder