Innanlands

Veljarakanning: Sjúrður Skaale flest atkvøður men hevði mist fólkatingsessin

Sambandsflokkurin og Tjóðveldi høvdu fingið umboðan á fólkatingi

2018-08-02 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambært nýggjari veljarakanning hjá Gallup høvdu Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fingið umboðan á fólkatingi, var fólkatingsval nú, og Javnaðarflokkurin hevði mist sína umboðan.

Sambandsflokkurin hevði verið størsti flokkur við 27,7 prosentum og Tjóðveldi næststørsti flokkur við 23,1 prosentum. Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,4 prosent og Fólkaflokkurin 18,5 prosent.

Størstu framgongdina hevur Sambandsflokkurin, sum gongur 4,2 prosentstig fram. Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdina og missir 2,9 prosentstig. Tjóðveldi gongur 1,4 prosentstig aftur, og Fólkaflokkurin 0,3 prosentstig fram.

Tann størsti flokkurin av teimum smáu er Framsókn við 4,5 prosentum. Miðflokkurin fær 3,1 prosent og Sjálvstýri 1,5 prosent.

Gallup hevur eisini spurt, hvønn persón fólk høvdu valt um fólkatingsval var nú. Toppskorari er Sjúrður Skaale við 17 prosentum, men samanlagt hevði Javnaðarflokkurin mist fólkatingsessin. Næstur Sjúrði kemur Magni Arge við 11 prosentum.

Síðan koma Høgni Hoydal og Edmund Joensen við 9 prosentum hvør og Kaj leo Johannesen við 8 prosentum. Aksel V. Johannesen, løgmaður fær 3 prosent, sambært kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Tjóðveldi á fólkatingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder