Teir seks andstøðuflokkarnir í Turkalandi samdust fyrradagin um at stuðla Kemal Kilicdaroglu sum valevni á forsetavalinum, sum verður í Turkalandi 14. mai.
Kilicdaroglu er 74 ára gamal og formaður í republikanska fólkaflokkinum CHP, og sambært nýggjari veljarakanning frá ORC Asatirma, er hann favorittur.
Veljarakanningin vísir, sambært DR, at 56,8 prosent av veljarunum ætlaðu sær at atkvøða fyri Kilicdaroglu, um valið stóð millum hann og sitandi forsetan, Recep Tayyip Erdogan.
43,2 prosent av veljarunum søgdu, at teir stuðlaðu 69 ára gamla Erdogan, sum hevur verið forseti síðan 2014.
Veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd í gjár, er gjørd í døgunum 4. - 6. mars, áðrenn Kilicdaroglu varð valdur sum valevni hjá andstøðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald