Innanlands

Veljarakanningin rakti óvanliga rætt

Kanningin hjá Spyr.fo á Portalinum fyri viku síðani, lá bert 3,3 prosentstig frá endaliga úrslitinum av fólkatingsvalinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-01 15:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Portalurin fyri viku síðani kundi kunngera, at Sambandsflokkurin fór at vinna fólkatingsvalið framman fyri Javnaðarflokkinum, var talan um eina rættiliga neyva mynd av veruleikanum, sum hann vísti seg at vera út móti midnátt seks dagar seinni.

Spyr.fo spáddi – bygt á svar frá 500 veljarum mánakvøldið – at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at fáa umboð á fólkatingi við ávikavist 29,9 og 27,3 prosentum av atkvøðunum.

Tá úrslitið var greitt í gjárkvøldið, høvdu hesir flokkar fingið 30,2 og 28,2 prosent, eitt frávik á 0,3 og 0,9 prosentstig. Tað má sigast at vera rættiliga væl rakt.

Tjóðveldið varð spátt at fáa 18,7 prosent – verulgikin gjørdist 18,1, 0,5 prosentstig viðsíðuna av.

Størst frávik var viðvíkjandi Fólkaflokkinum, ið varð spáddur at fáa 16,7 prosent, men fekk 15,5 prosent – eitt frávik á 1,1 prosentstig.

Eisini fyri teir smáu flokkarnar varð væl rakt, 0,2 og 0,1 prosentstig við síðurnar av.

Tilsamans var frávikið, tá tað verður talt saman 3,3 prosentstig.

[object Object]

Seinni í farnu viku gjørdi Spyr.fo enn eina kanning, hesaferð fyri Kringvarp Føroya. Tann kanningin rakti ikki líka væl. Her var samlaða frávikið 7,9 prosent har størsta eisini varð galdandi fyri Fólkaflokkin, har kanningin rakti 3,4 prosentstig við síðurnar av. Næststørsta var kanningartalið fyri Sambandsflokkin, ið var 2,9 prosentstig við síðurnar av. Fyri hinar flokkarnar lá frávikið á 0,6 prosentstig og harundir. Verður miðal fyri tær báðar seinastu kanningarnar tikið, er talan um eitt samlað frávik á 5,5 prosentstig, harav tað størsta – fyri Fólkaflokkin – var 2,2 prosentstig.

[object Object]
Vinnararnir á valinum í gjárkvøldið, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rakti persónarnar eisini

Eisini tá hugt var at teimum einstøku valevnunum, rakti Spyr.fo rætt. Nógv mundu ógvast við, tá vit í Blaðnum Vikuskifti leygardagin kundu kunngera hvørji stóðu til at vinna fólkatingsvalið. Sjúrður Skaale var ikki óvæntaður, men tað var Anna Falkenberg.

Spyr.fo metti Onnu Falkenberg at verast toppskorari á sambandslistanum við 21 prosentum. Hon fekk nógv fleiri, nevniliga 36,3 prosent. Kanningin vísti eisini, at Johan Dahl fekk næstflest og Kaj Leo Holm Johannesen triðflest, og tað helt.

Kanningin spáddi Sjúrð Skaale at gerast toppskorari á javnaðarlistanum við 44 prosentum – hann fekk næstan 50 prosent tá samanumkom. Kanningin spáddi Barbaru Apol Gaardlykke og Ingilín D. Strøm at koma næstar honum. Tað helt ikki heilt. Ingilín gjørdist nummar tvey og Barbara nummar fýra eftir Aksel V. Johannesen, tá samanum kom.

Tjóðveldisúrslitið rakti plett, Bjørt Samuelsen framman fyri Høgna Hoydal og Liljan Weihe. Kanningin spáddi Bjørt og Høgna at liggja á jøvnum.

Á fólkaflokslistanum kláraði spyr.fo ikki at spáa Jógvan á Lakjuni at fáa flestar atkvøður, men rakti annars tey trý við flest atkvøðum, nevniliga Jørgen Niclasen, Jógvan á Lakjuni og Beinir Johannesen.

Svarpanelið verður víðkað

Allan Dalsgarð, sum stendur fyri kanningunum hjá Spyr.fo hevur verið fyri ávísum kritikki, síðan hann byrjaði hetta slagið av kanningum.

Her undir fólkatingsvalinum er fyritøkan útsett fyri ágangi í Grønlandi, tí serfrøðingar har ikki vilja vita av metodunum, sum vórðu brúkt í eini veljarakanning, sum grønlendska deildin av spyr.fo gjørdi fyri grønlendska kringvarpið KNR.

Í kvøld fæst at vita, um hvussu nær endaliga úrslitinum, kanningin hjá KNR var.

Men Allan Dalsgarð hevur tikið kritikkin til eftirtektar, og upplýsir í dag, at Spyr.fo er við at umskipa arbeiðsgongdirnar, og ætlanin er í næstum at víðka um hvussu nógv, ið spurd vera frá núverandi 500 til upp í kanska 900, upplýsir Allan Dalsgarð.

[object Object]Allan Dalsgarð, spyr.fo (Savnsmynd)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder