Innanlands

Veljararnir flýggja undan samgonguni

Javnaðarflokkurin fær søguliga gott úrslit, meðan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin missa. Samgongan hevði bert fingið 13 umboð á tingi um val varð nú, vísir veljarakanning sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-04 07:45 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Sitandi samgonga hevði bert fingið 13 tingsessir, um løgtingsval hevði verið nú.

Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti.

Veljarakanningin varð gjørd mikudagin 1. desember, tvey ár og tríggjar mánaðir, eftir seinasta løgtingsval, tá 500 fólk av teimum 5.000, sum eru í veljarapanelinum hjá Spyr.fo, vórðu spurd.

Stórar broytingar eru í hesi kanningini í mun til tær kanningarnar, sum Spyr.fo javnan hevur gjørt hesi seinastu árini, tí ongantíð fyrr hava veljaraflytingarnar verið so stórar sum hesaferð.

Mest óvæntaða úrslitið av kanningini er, at nú flýggja veljararnir ikki bara frá Sambandsflokkinum, men eisini frá Fólkaflokkinum.

Kanningin gevur Fólkaflokkinum 17,6 prosent av atkvøðunum. Hetta er trý prosentstig færri enn í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið fyri trimum mánaðum síðani, og 6,9 prosentstig færri enn á seinasta løgtingsvali.

Les alla greinina og síggj alla veljarakanningina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder