Í sambandi við veljarakanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin í farnu viku, vórðu veljararnir eisini bidnir um at koma við sínum ummælum av teimum níggju núsitandi landsstýrisfólkunum.
Og ikki kann sigast, at landsstýrisfólkini standa seg sterk millum fólk. Í mun til líknandi kanningar, ið fyrr eru gjørdar, ganga øll landsstýrisfólkini aftur, og øll teirra verða mett at hava klárað seg undir miðal.
Tað landsstýrisfólkið, ið klárar seg best, er Sirið Steenberg, landsstýriskvinna við almanna- og mentamálum. Á talvuni herundir stendur hon seg til at hava fingið ummælið 3,0. Men hyggja vit nærri eftir tølunum, so sæst, at hetta er eitt avrundað tal. Veruliga miðaltalið er 2,96. Sostatt er tað ongin av landsstýrisfólkunum, sum megnar upp á miðal umdømi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald