Innanlands

Veljararnir ynskja ópolitiskt kommunuval

Tríggir av fýra føroyskum veljarum halda, at betur hevði verið um politisku flokkarnir blandaðu seg uttan um valið til kommunustýrini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-09-25 15:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur partur av føroysku veljarunum halda, at politisku flokkarnir ikki átti at blanda seg upp í kommunuvalið.

Tað sigur ein veljarakanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin 11. september.

Tríggir av fýra veljarum – 74,7 prosent – halda, at uppstillingin til kommunuvalið átti at verið óheft av politisku flokkunum.

Einans 15,1 prosent halda at uppstillingin skal vera politisk, meðan 10,2 prosent siga seg ikki hava eina meining upp á spurningin, sum ljóðaði: “Heldur tú at uppstillingin til kommunuval eigur at vera politisk ella ópolitisk í tíni kommunu?”.

Meiriluti í øllum flokkum

Og tað er yvir alt politiska spektrið, at stórur meiriluti er millum veljararnar fyri ópolitiskari uppstilling til kommunuval. Størstu undirtøkuna fyri politiskari uppstilling finna vit í Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, har tað eru ávikavist 30 og 29 prosent, sum halda at uppstillingin skal vera politisk.

Eisini í Tórshavnar kommunu, har býráðsvalið so at siga altíð hevur verið politiskt, halda veljararnir, at politisku flokkarnir ikki áttu at verið partur av valinum.

Har eru tað 65 prosent, sum mæla til ópolitiska uppstilling móti 23 prosentum, sum halda, at hon skal vera politisk. Uttan fyri Havnina eru tølini ávikavist 83 og 9 prosent.

So at siga ongin munur er tá hugt verður eftir kynunum, meðan tá hugt verður eftir aldrinum, eru tað eitt vet fleiri í eldra aldursbólkinum (45 ár og upp), sum halda, at uppstillingin skal vera ópolitisk.

Meirilutin økist

Fyri fýra árum síðani settu vit sama spurning í eini veljarakanning, sum varð gjørd stutt undan kommunuvalinum.

Eisini tá var stórur meiriluti fyri ópolitiskari uppstilling. Men ein sammeting vísir, at meirilutin er størri nú.

Parturin av veljarum, sum mæla til ópolitiska uppstilling ar farin frá 70,7 til 74,7 prosent, meðan parturin, sum mælir til politiska uppstilling er vaksin eitt lítið vet frá 14,8 til 15,1 prosent – tað vil siga, at tað eru færri, sum eru iva nú.

Føroyska kommunuvalið er 12. november.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder