Sjálvstýri vil nú aftur á breddan. Tað skrivaði flokkurin í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.
Flokkurin kom ikki uppum tinggáttina á løgtingsvalinum fyri einum ári síðani. Hetta var fyrstu ferð síðani 1943, at tað hendi, og tað hevði sjálvandi nakað av sjálvsrannsakan við sær. Skjótt kom tó nýtt lív í, og í ár kom gongd í at savna sonevndar veljaraváttanir. Tær eru neyðugar hjá einum flokki, ið ikki hevur stillað upp áður ella sum ikki er sloppin inn á undanfarna valið, at fáa fatur á.
Sí eisini: Sjálvstýri skal endurreisast og endurnýggjast
Fyri júst einari viku síðani, 29. november 2023, komu boð frá Løgmálaráðnum um, at veljaraváttanirnar nú eru góðkendar. Sjálvstýrið er harvið formliga endurreist eisini, og tað fegnast formaðurin um. Nú flokkurin nú veruliga kann fara undir at fyrireika seg til komandi løgtingsval, staðfestir Sámal Petur í Grund í skrivinum
- Poltikkur Sjálvstýrisins hevur mangla í føroyska samfelagnum. Sitandi samgonga hevur við sínum margháttliga høgravenda politikki verið við til at økja um gjónna millum rík og fátøk. Hetta er nakað, sum Sjálvtýri fer at leggja dent á at broyta.
Tað er eingin ivi um, at tað er brúk fyri einum sosial-liberalum flokki á miðjuni í føroyska politiska landslagnum, hevur formaðurin áðu sagt. Har verður víst til, at Sjálvstýrisflokkurin hevur verið bindiliðið millum ideologiskar politiskar frástøður gjøgnum tíðina.
Í skrivinum koma longu nøkur vallyftir - ella nakrar málsetningar - fram. Høvuðsmál Sjálvstýrisins er enn sum áður sjálvstýri fyri tjóð okkara verður skrivað. Hugburðsbroyting, betri bústaðarmøguleikarnir og tað at pensionistar ikki skulu mótroknast í pensiónini verða nevnd sum mál.
Til endans takkar flokkurin fyri, at takka øllum teimum sum við undirskrift síni tóku undir við fráboðan um endurstovnan av Sjálvstýri. Sambært veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin í november, stendur flokkurin framvegis til at vera beint uttanfyri tinggáttina, ið er 3,03 prosent. Sjálvstýrið stendur til 2,9 prosent - á valinum 8. desember i fjør var talið 2,7 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald