Fólkaflokkurin hevur ongantíð í nýggjari tíð havt so stóra undirtøku millum veljararnar, sum hann hevur í dag.
Sambært nýggjari veljarakanning høvdu næstan triði hvør veljari sett krossin við Fólkaflokkin, um val var nú.
Hóskvøldið gjørdi Spyr.fo eina veljarakanning fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti, har 500 veljarar vórðu spurdir um hvønn tey fóru at velja.
Stórsigur fyri andstøðuna
Yvirhøvur hevði eitt løgtingsval nú verið ein stórsigur fyri borgarligu andstøðuflokkarnar, tí Sambandsflokkurin hevði verið nógv næststørsti flokkur í Føroyum eftir Fólkaflokkin, um val hevði verið nú.
Nýggjasta veljarakanningin vísir, at sitandi samgonga hevur søguliga ringan stuðul í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald