Beinir Johannesen, løgmaður og formaður Fólkafloksins, hevur fólkið aftan fyri seg.
Tað vísir nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum, sum Spyr.fo gjørdi týskvøldið
Ein av spurningum í kanningini var, “Hvør heldur tú skal vera løgmaður eftir næsta Løgtingsval?”
Og her peikaði triði hvør veljari á núverandi løgmann, Bein Johannesen.
Seinast vit settu hendan spurningin, var beint undan løgtingsvalinum 26. mars í ár. Tá vóru tað 31,1 prosent, sum peikaðu á formann Fólkafloksins. Nú eru tað 32,9 prosent, so sigast kann, at Beinir Johannesen er betri umtóktur sum løgmaður nú, enn hann var beint áðrenn hann gjørdist løgmaður.
Tað skal tó sigast, at fyrr í ár var undirtøkan fyri Beini Johannesen uppaftur størri. Til ta einu kanningina – tað var í februar í ár – vóru tað næstan 38 prosent, sum peikaðu upp á mannin, sum nú situr í løgmanssessinum.
Næstur á listanum yvir fólksins ynski at gerast komandi løgmaður, er formaður Sambandsfloksins, Bárður á Steig Nielsen, sum fær 16,9 prosent og triðjur er undanfarni løgmaður, Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum 14,8 prosent ynskja sum komandi løgmann. Í báðum førum er tað ein munandi afturgongd, størri hjá Bárði enn hjá Akseli.
Sirið Stenberg, forkvinna Tjóðveldis, fær undirtøku frá 12,7 prosentum, eitt vet fleiri enn í seinastu kanning.
Steffan Klein Poulsen, formaður Miðfloksins er nýggjur í formanssessinum. 3 prosent av veljarunum ynskja hann í løgmanssessin. Tað er væl minni enn tað er av miðflokkaveljarum, men hinvegin er tað munandi meira enn undanfarni formaðurin hjá Miðflokkinum fekk. Seinast vóru tað einans 1,5 prosent, ið peikaðu á Jenis av Rana.
5,2 prosent peika á Ruth Vang, 2,4 á Sámal Petur í Grund og so eru tað 12 prosent, ið ynskja ‘onkran’ annan enn eitt av núverandi floksfólkunum sum løgmann.
Havast skal í huga, at tað eru 18,1 prosent av teimum 500 spurdu, sum siga seg ikki vita hvønn tey ynskja til løgmann. Hesi eru ikki tald við í uppgerðini í hesi kanning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald