Innanlands

Veljarin revsar Fólkaflokkin

Tað vísir veljarakanning, sum Portalurin læt gera í gjár, dagin eftir dramatikkin í løgtinginum mánadagin, tá málið um sammøður varð endaliga samtykt. Sambandsflokkurin hevur vunnið veljarar aftur í mun til seinastu veljarakanning

Tað eydnaðist ikki Fólkaflokkinum at halda Anniku Olsen uttanfyri tá atkvøtt var í málinum um sammøður. Tá landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur komu aftur í tingið og harvið trokaðu Brand Sandoy og Anniku Olsen út, valdi Heðin Zachariassen at fara í farloyvi soleiðis at Annika kundi atkvøða í málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist ikki Fólkaflokkinum at halda Anniku Olsen uttanfyri tá atkvøtt var í málinum um sammøður. Tá landsstýrisfólkini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur komu aftur í tingið og harvið trokaðu Brand Sandoy og Anniku Olsen út, valdi Heðin Zachariassen at fara í farloyvi soleiðis at Annika kundi atkvøða í málinum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-22 14:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Alt bendir á, at fólkafloksveljarum ikki dámdu leikin, sum fór fram í løgtinginum mánadagin, tá tvey landsstýrisfólk fóru aftur á ting í royndini at fella málið um sammóðir.

Royndin miseydnaðist, og veljarin revsar Fólkaflokkin fyri tað. Fólkaflokkurin hevði fingið fimm tingsessir og bara 15,2 prosent av atkvøðunum um val var í dag. Úrslitið hava vit úr einari veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti í gjár. 

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Afturgongdin er ikki at taka feil av. Fólkaflokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2019 24,5 prosent av atkvøðunum og átta tingsessir. Í veljarakanningini, sum Blaðið Vikuskifti kunngjørdi 4. desember fekk Fólkaflokkurin 17,6 prosent av atkvøðunum, og er í nýggjastu kanningini altso komin niður á 15,2 prosent.

Sambandsflokkurin tykist hava vunnið nakrar av sínum veljarum aftur aftaná málið um sammøður varð avgreitt, og gongur - í mun til veljarakanningina fyrst í desember - fram og hevði fingið 16,7 prosent av atkvøðunum og seks tingsessir um val var í dag. 

Hóast afturgongd er Javnaðarflokkurin framvegis nógv størstur
Javnaðarflokkurin, sum hevur verið vinnarin í seinastu nógvu veljarakanningunum, gongur eitt sindur aftur í mun til veljarakanningina seinast, og fer úr 32,5 prosentum niður á 31 prosent av atkvøðunum. Tað hevur við sær, sambært kanningini, at flokkurin gongur ein tingsess aftur og fer niður á tíggju. 

Tjóðveldi gongur fram samanborið við valið í 2019, tá flokkurin fekk 18,1 prosent og seks tingsessir. Sambært nýggjastu veljarakanningini fær Tjóðveldi 20,9 prosent og hevði fingið sjey tingsessir.

[object Object]Bill Justinussen og Jenis av Rana úr Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Miðflokkurin vinnur eisini nakað uppá tað, sum er farið fram seinastu dagarnar. Á valinum í 2019 fekk flokkurin 5,4 prosent av atkvøðunum og tveir tingsessir. Í nýggjastu veljarakanningini gongur flokkurin nakað fram og hevði fingið 6,7 prosent av atkvøðunum, sum er eitt vet meira enn í veljarakanningini fyrst í desember, tá Miðflokkurin stóð at fáa 6,1 prosent av atkvøðunum. Tað røkkur kortini ikki til meira enn tveir tingsessir.   

Framsókn varðveitir sambært kanningini sínar tveir sessir við 6,4 prosentum av atkvøðunum.

Sambært kanningini hevði Sjálvstýri rokkið inn um tinggáttuna við 3,0 prosentum av atkvøðunum og einum tingsessi.

500 fólk vóru spurd í kanningini, sum varð gjørd av Spyr.fo í gjár 21. desember 2021. Óvissan er upp til 3,1 prosent. Í svarpanelinum hjá Spyr.fo eru umleið 5000 fólk, og tey spurdu vera tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi. Úrslitini eru vigað í mun til, hvat fólk valdu til løgtingsvalið í 2019.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder