Í eini roynd av bjarga Venesia frá hópturismu hevur býarstýrið samtykt, at fólk, ið einans vitja væl umtókta ferðafólkabýin í ein dag, skulu rinda atgongumerki á 5 evrur.
Í 1950’unum búðu umleið 170.000 fólk í søguliga Venesia – nú er talið undir 50.000.
Millum 20 og 30 milliónir ferðafólk vitja Venesia árliga. Ovurstóra ferðafólkavinnan slítir upp á býin og vær prísirnar at hækka ógvusliga. Ein stórur partur av lokalu fólkunum hava tí heilt einfalt ikki ráð til at búgva í býnum longur, orsaka av høgu livikostnaðinum.
Nú roynir býurin at bøta um trupulleikan við at taka fimm evrur frá turistum, sum vitja býin uttan at gista. Ferðafólk, sum liggja nátt í býnum rinda longu ein turistskatt frammanundan.
Hetta er ikki fyrsta ferðin, at eitt slíkt avgjald er samtykt. Býarstýrið hevur fyrr samtykt eina skipan, ið skuldi verið tikin í nýtslu í ár. Men hendan kollsigldi orsaka av tekniskum avbjóðingum.
Nú hevur býarstýrið góðtikið eina billetskipan, sum eftir ætlan skal royndarkoyrast um vikuskiftini og á halgidøgum komandi vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald