Óvanliga høg flóg rakti italska býin Venesia í gjár. Tey nógvu túsund ferðafólkini máttu vaða gjøgnum yvirfloymdu gøturnar í søguliga býinum, har tað breyt langt niðan á Markusplássið.
Borgarstjórin, Luigi Brugnaro, hevur lýst býin í vanlukkustøðu, og ávarar um álvarsligar skaðar, skrivar Reuters.
Tá flóðin var upp á tað hægsta klokkan 22.50 í gjárkvøldið, var vatnstøðan 187 sentimetrar yvir vanliga vatnstøðu, og tað er bert fáa sentimetrar lægri enn metið á 194 sentimetrar, sum varð mált í 1966.
Sjóverjan sendi í nátt bátar inn í býin at kanna skaðarnar. Tað er ikki óvanligt, at kenda Markusplássið er undir í sjógvi, men hesaferð var flóðin yvir ein metur. Eisini floymdi inn í Markuskirkjuna, og tað er bert hent fimm ferðir fyrr seinastu 1200 árini, skrivar dr.dk.
Onki er frætt um alvarsligar skaðar í kirkjuni. Seinast tað floymdi inn í kirkjuna var í oktober mánaði í fjør. Tá segði kirkjuverjin, at Markuskirkjan varð eld 20 ár upp á ein dag.
Á søguliga marglætishotellinum Palazzo Gritti stóð kenda flotta barrin undir í vatni, skrivar AFP. Tjúkku teppini vórðu stáplað upp á borðini meðan sjógvurin skvatlaði kring fínu sofurnar.
Vatnflóðin hevur verið orsøk til, at ein persónur er deyður. Tað var ein 78 ára gamal maður á oynni Pellestrina uttan fyri Venedig, sum doyði av ravmagnsstoyti, tá flóðin elvdi til skammlop íheimi hansara.
Myndirnar eru frá EPA myndatænastuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald