Uttanlands

Venesuela: Yvir 3.300 deyð

Talið á heimsleysum í kjalarvørrinum á jarðskjálvtunum, sum raktu suðuramerikanska landið 24. juni, er nú 17.345

Minningarhald fyri offrunum í býnum Valencia (Mynd: Juan Carlos Hernandez/Reuters/Ritzau Scanpix)

Minningarhald fyri offrunum í býnum Valencia (Mynd: Juan Carlos Hernandez/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-06 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á andlátum í sambandi við jarðskjálvtarnar, sum raktu Venesuela 24. juni er nú komið upp á 3.342, vísti uppgerð hjá myndugleikunum sunnudagin sambært fleiri tíðindastovum.

Umframt tey, sum hava latið lív, eru 16.470 fólk særd. Fleiri bygningar eru oyðilagdir, og talið á heimsleysum í kjalarvørrinum á jarðskjálvtunum er nú 17.345.

Um vikuskiftið varð boðað frá, at yvir 41.000 fólk framvegis ikki eru saknað.

Jarðskjálvtarnir høvdu eina styrki á ávikavist 7,2 og 7,5 á Richter-stiganum, og talan erum harðastu jarðskjálvtar í Venesuela síðan 1900.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder