Innanlands

Venjingarhølið í Stráluneystinum kann nú takst í nýtslu

Neystið varð reist í apríl 2013, so talan hevur verið um drúgva tilgongd. Nógv ólønt arbeiðsmegi er orsøk til, at neystið nú er vorðin veruleiki. Nú kunnu fólk í Sjóvar kommunu tekna hald til venjingarhølið

2019 varð samstarvsavtala gjørd millum Sjóvar kommunu og nevndina í Ungmannafelagnum Strálan um at fáa neystið liðugt, og nú er hetta veruleiki (Mynd: sjovar.fo)

2019 varð samstarvsavtala gjørd millum Sjóvar kommunu og nevndina í Ungmannafelagnum Strálan um at fáa neystið liðugt, og nú er hetta veruleiki (Mynd: sjovar.fo)

2021-05-27 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Arbeiðið við Stráluneystinum á Strondum hevur verið drúgt. Neystið varð reist hin 12. apríl 2013, og nú átta ár seinni kann nýggja venjingarhølið takast í nýtslu. Í 2019 varð samstarvsavtala gjørd millum Sjóvar kommunu og nevndina í Ungmannafelagnum Strálan um at fáa neystið liðugt, og nú er hetta veruleiki. 

Hetta skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðu sínari.

- Sera nógv og kærkomin ólønt arbeiðsmegi eigur heiðurin av, at neystið nú er vorðin veruleiki. Hiðani skal ljóða ein tøkk til øll, ið hava lagt tíð og orku í arbeiðið.

Leygardagin 29. mai letur nýggja venjingarhølið í Stráluneystinum upp fyri almenninginum. Í hesum sambandi hava fólk møguleika at síggja húsið frá kl. 15-18. Tá verður eisini møguleiki at tekna hald og fáa lykil til venjingarhølið. Tað kann eisini gerast við at seta seg í samband við kommununa.

Atgongd til venjingarhølið verður stýrd við lásaskipan, og brúkarar fáa ein lykil, sum gevur atgongd til hølið.

Aldursmark fyri nýtslu av venjingarhølinum er sett at verða 18 ár - tó kunnu yngri brúkarar venja í venjingarhølinum saman við vaksnum, skrivar Sjóvar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder