Innanlands

Venjingarmiðstøðin í Páls Høll verður boðin út í størri og betri útgávu

Síðani Páls Høll lat upp hevur venjingarmiðstøð verið sum eitt tilboð til borgarar og vitjandi í Vági. Framyvir verður miðstøðin tvífald so stór, og Vágs kommuna sóknast nu eftir vinnurekandi

Hølini til venjingarmiðstøðina í Páls Høll fara framyvir fara at fevna um alla fyrstu hædd – í alt 240 m2. Harumframt er ynski hjá kommununi, at útgerð og venjingartilboð verða dagførd.

Hølini til venjingarmiðstøðina í Páls Høll fara framyvir fara at fevna um alla fyrstu hædd – í alt 240 m2. Harumframt er ynski hjá kommununi, at útgerð og venjingartilboð verða dagførd.

2022-03-17 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani Páls Høll lat upp, hevur venjingarmiðstøð verið í Páls Høll, sum eitt tilboð til borgarar og vitjandi í Vági, og hetta er nakað, ið nógv hava notið gott av.

Øll hesi árini hevur venjingarmiðstøðin hildið til á fyrstu hædd á einum øki, ið er 120 fermetrar, men Vágs Kommuna ynskir at víðka um tilboðið at venja í Páls Høll.

- Hetta merkir, at hølini til venjingarmiðstøðina framyvir fara at fevna um alla fyrstu hædd – í alt 240 m2. Harumframt er ynski hjá kommununi, at útgerð og venjingartilboð verða dagførd.

Soleiðis skrivar Vágs kommuna á heimasíðu, har tað samstundis verður boðað frá, at í samband við at leigusáttmálin til venjingarmiðstøðina í Páls Høll skal endurnýggjast, og at kommunan víðkar um fermetratalið, bjóðar Vágs Kommunan alment vinnurekandi møguleika at reka venjingarmiðstøð í Páls Høll.

Almenna útboðið hjá Vágs Kommunu kann lesast her og freistin at lata inn tilboð er á middegi 13. apríl 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder