Fleirtjóða hernaðarvenjingin við útgangsstøði í Vestmanna fer í gongd í morgin. Í gjárkvøldið kom fyrsta skipið á Vestmannahavn – tað var danska verjuskipið Lauge Koch.
Elias Zachariassen, deildarstjóri á MRCC, greiddi á middegi frá í tíðindunum á FM1, at talan er um eina hernaðarvenjing undir deildini, kallað JEF, undir Nato. Jef stendur fyri ‘Joined Espeditionary Force’, og er undir leiðslu av Onglandi.
Fólk úr Onglandi og Danmark eru komin til Føroya at vera við. Í roynd og veru er talan um tvær venjingar, onnur verður gjøgnumførd hesa vikuna, og hin í komandi viku.
Vørn luttekur við einum arbeiðsbáti hjá Brimli, og eisini verður føroyska bjargingartyrlan við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald