Innanlands

Tað verða ikki fleiri læknaskrivarar útbúnir í Føroyum

Tey seinastu verða liðug í august. Tað sum svarar til læknaskrivaraútbúgvningina, ið nú fer í søguna á Landsjúkrahúsinum, fæst framyvir bert uttanlands

Í alt hava 38 læknaskrivarar fingið útbúgving á Landssjúkrahúsinum síðani 2001 (Mynd: Landssjúkrahúsið)

Í alt hava 38 læknaskrivarar fingið útbúgving á Landssjúkrahúsinum síðani 2001 (Mynd: Landssjúkrahúsið)

2024-10-02 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 23 ár hevur Landssjúkrahúsið havt læknaskrivaranæmingar. Eitt afturlit vísir at 2001 varð fyrsta árið har læknaskrivaranæmingar vóru settir, og tá vóru tey trý í tali.

Talið av læknaskrivarum vaks støðugt, og í alt hava 38 læknaskrivarar fingið útbúgving á Landssjúkrahúsinum.

Hetta skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook-síðu sínari, í sambandi við at man støðgar at hava útbúgvingina.

-Læknaskrivarar eru tann reyði tráðurin í sjúklingagongdini og senda áleið 10.000 innkallingar um árið. Tað kann verða at tú hevur prátað við ein læknaskrivara, tí tey kunna teg um hvat fer at henda, tá tú skal til viðgerð ella kanning. Eisini hava tey ein samskipandi leiklut, og eru ofta tann vinarliga røddin í telefonini, ið hjálpir fólki við avtalum, at fáa røttu kunningina, skrásetur upplýsingar, skjalfestir, læknaváttanir, vitan um viðgerð... ja listin er langur.

Útbúgvingin sum læknaskrivari hevur verið ein tvey ára yrkisútbúgving. Næmingurin kemur runt og lærir um allar deplarnar og serøkini á Landssjúkrahúsinum. Teir allar síðstu næmingarnir vórðu liðugt útbúnir í august í ár.

Ístaðin fyri læknaskrivaraútbúgvningina verður útbúgvingin sundhedsadministrativ koordinator, sum bert fæst uttanlands, staðfestir Landssjúkrahúsið at enda.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder