placeholder
Innanlands

Verða seldar undir marknaðarprís

Skyn metir, at søluprísurin á íbúðunum á Fløtum, sum nú verða bjóðaðar fólki á bíðilista, enntá liggur nakað undir dagsins marknaðarprís

Mynd frá í summar (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Mynd frá í summar (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-12-03 12:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani fólk vóru sett á bíðilista fyri tveimum árum síðani, er prísurin á íbúðunum sum verða bygdar á Fløtum, hækkaður við 20 prosentum.

Sostatt er ein íbúð, sum kostaði tvær milliónir tá viðkomandi kom á bíðilistan, blivin 400.000 krónur dýrari, nú tær eru við at verða klárar.

Hóast hetta, so metir Skyn, sum marknaðarførur og selur íbúðirnar fyri byggifelagið Jóan Petur Vang, at íbúðirnar framvegis verða seldar undir marknaðarprís.

Í skrivi á Facebooksíðuni hjá Skyn, svarar ognarmeklarafyritøkan spuringum, sum stóðu ósvaraðir í Degi og viku í gjár.

Skrivið er soljóðandi:

Í gjár vendi Kringvarpið sær til Skyn við fyrispurningi um at gera samrøðu um søluna av íbúðunum á Fløtum. Tað bar ikki til hjá okkum at luttaka í samrøðu, men vit bjóðaðu Kringvarpinum at senda okkum skrivligar spurningar, sum vit altíð fegin svara. Vit fingu tó ongantíð spurningarnar, sum tí sluppu at standa ósvaraðir í Degi og viku í gjár. Tí vilja vit her greiða frá okkara leikluti í sambandi við íbúðarsøluna, so eingin ivi er um, at alt er farið rætt fram.

Byggiharri avger søluprísin
Sum ognarmeklari er tað uppgávan hjá Skyn at umboða seljara, sum í hesum førum er byggiharrin av íbúðunum á Fløtum, og sum eisini avger søluprísin. Síðan byggiverkætlanin fór av bakkastokki fyri 3 árum síðan, er byggikostnaðurin hækkaður munandi, samstundis sum at marknaðarprísurin er hækkaður. Hetta er eisini orsøkin til, at tær íbúðir, sum nú verða bjóðaðar keyparum á bíðilista, eru dýrkaðar samanborið við tær íbúðir, ið vórðu seldar í 2019 og 2020.

Skyn metir, at søluprísurin á íbúðunum, sum nú verða bjóðaðar fólki á bíðilista, enntá liggur nakað undir dagsins marknaðarprís. Skyn fær bert eina samsýning fyri at marknaðarføra og selja íbúðirnar. Henda samsýning er 1,5% av søluprísinum og varð avtalað, tá ið verkætlanin fór í gongd.

Fólk á bíðilista hava ikki gjørt bindandi avtalu
Í Degi og viku í gjár kundu hyggjarar kanska fáa ta fatan, at áhugaðir keyparar, ið hava staðið á bíðilista til íbúðirnar, høvdu eina bindandi avtalu um at keypa eina íbúð á Fløtum fyri ein lægri prís enn tann, sum nú er galdandi. Tað er tó ikki rætt.

Fólk, sum standa á bíðilista, hava á ongan hátt bundið seg til at keypa eina íbúð. Eingin avtala er sostatt gjørd um sølu ella prís, men fólk á bíðilista fáa nú møguleika at keypa eina íbúð. Tað stendur sostatt øllum á bíðilistanum frítt fyri at lata vera við at keypa eina íbúð. At íbúðirnar í dag eru dýrari enn fyri nøkrum árum síðan, er ein natúrligur liður í yvirskipaðu prísgongdini á fastogn í Føroyum.

Teir keyparar, ið longu hava undirskrivað eina keypsavtalu um eina íbúð, verða sjálvandi ikki ávirkaðir av príshækkingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder