Kimberly Guilfoyle, unnustan hjá elsta soninum hjá Donald Trump, hevur fingið staðfest koronasmittuna.
Tað skrivi fleiri amerkanskir miðlar, m.a. New York Times og CNN.
Verdóttirin hjá Trump fór í sóttarhald umgangandi, tá hon varð staðfest smittað. Hon hevur verið kannað javnan eins og øll hini, sum eru rundanum forsetan.
Sambært starvsfólki hjá forsetanum, hevur Kimberly Guilfoyle tað gott, og ætlar hon at lata seg kanna enn einaferð fyri at tryggja sær, at úrslitið av fyrru kanningini var rætt. Eisini ætlar hon at avlýsa sínar ætlanir fyri komandi dagarnar.
Elsti sonurin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump Jr, er eisini vorðin kannaður, men hjá honum var úrslitið negativt. Tó hevur hann, eins og unnastan, valt at avbyrgja seg og avlýsa alt komandi dagarnar.
Verdóttirin er triði persónurin, ið fær staðfest smittuna, av teimum, sum standa amerikanska forsetanum nær. Tvey starvsfólk hjá Trump hava nevniliga áður fingið staðfest smittuna, skrivar Ritzau.
USA er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av smittuni. USA hevur staðfest fleiri smittutilburðir og fleiri andlát enn nakað annað land í heiminum.
Sambært uppgerð hjá worldometers.info hevur USA staðfest beint undir 2,9 mió. tilburðir og 132.000 andlát. Um allan heimin eru fleiri enn 11,2 mió. fólk staðfest smittað, og 529.000 deyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald