
12. oktober varð arbeiði við at dagføra Norðoyatunnilin sett í gongd. Tað inniber millum annað eina nýggja pumpustøð 1.600 metrar inn frá tunnilsmunnanum Klaksvíksmegin.
Seinastu tveir mánaðirnar hevur verið arbeitt hvørja nátt frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá kl. 22 á kvøldi til kl. 06 á morgni. Ferðslan hevur verið leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.
Fríggjamorgunin 18. desember 2020 verður arbeitt fyri seinastu ferð í fyrstu syftu. Tá verður seinasti arbeiðsdagur í tunnlinum í hesum árinum. Byrjað verður aftur sunnukvøldið 3. januar.
Arbeiði hevur higartil gingið so væl, at stjórin í tunnilsfelagnum, Uni Danielsen, sigur við Portalin, at tað helst verður liðugt síðst í januar. Upprunaliga varð væntað, at tað fór at verða liðugt einaferð í februar.
Leygardagin er aftur frítt at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, í samband við at Eysturoyartunnilin letur upp. Hetta hevur Tunnilsfelagið boðað frá í dag.
Her ber til at lesa meira um hvat arbeiði verður gjørt í Norðoyatunlinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald