28 ára gamli maðurin, sum er undir illgruna fyri at skjóta frá hond við tveimum moskum í Christchurch í Ný Sælandi tann 15. mars, skal í morgin fyri rættin fyri aðru ferð, har hann verður ákærdur fyri 50 morð og 39 morðroyndir.
Fyrru ferðina maðurin var í rættinum varð hann einans ákærdur fyri eitt dráp. Nú boðar løgreglan frá, at maðurin nú verður ákærdur fyri 50 dráp og 39 morðroyndir.
Sum nú er verður maðurin ikki ákærdur fyri yvirgang, hóast umheimurin og forsætisráðharrin í Ný Sælandi, Jacinda Ardern, hava kalla álopið fyri yvirgang.
Dómarin hevur úttala seg um, at tann ákærdi í morgin ikki noyðist at taka støðu til um hann sekur. Men hann skal taka støðu til um hann ynskir ein verja, skrivar TV2.
Hann hevur fyrr sagt at hann ikki ynskir ein verja. Hetta hevur skapt ótta fyri, at hann fer at brúka rættarsakina til at siga frá sínum høgravíðgongdu sjónarhornum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald