Joe Biden verður tikin í eið tann 20. januar, men fráfarandi forsetin, Donald Trump, ætlar sær ikki at luttaka til innsetanina.
Tað upplýsir hann á Twitter seinnapartin.
To all of those who have asked, I will not be going to the Inauguration on January 20th.
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) January 8, 2021
Siðvenja er annars, at fráfarandi forsetar luttaka til hátíðarhaldið á Capitol Hill, og hetta er fyrstu ferð síðani 1869, at fráfarandi forseti ikki luttekur, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
Barack Obama var eitt nú til staðar, tá Trump tók við sum forseti 20. januar 2017.
Soleiðis sá út 20. januar 2017 (Mynd: EPA)
Í 2017 var stórt rok aftaná um hvussu nógv fólk vórðu møtt upp til innsetingina. Trump vildi vera við, at met stór mannafjøld lýddi á, meðan miðlar og onnur ikki mettu tað vera soleiðis.
Hesaferð verða tað tó ikki nógv fólk til innsetingina, tí orsakað av korona, verður stórur partur av økinum á Capitol Hill í Washington stongt av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald