Uttanlands

Verður sitandi á trónuni so leingi hon kann

Fríðrikur verður ikki kongur, meðan hon enn er á lívi, uttan so at hon gerst álvarsliga sjúk, sigur Margretha drotning

Margretha drotning (Savnsmynd)

Margretha drotning (Savnsmynd)

2019-09-29 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Margretha drotning ætlar at verða sitandi á trónuni restina av lívinum, og hevur hon ongar ætlanir um at lata hana víðari til sonin, Fríðrik krúnprins, áðrenn hon doyr. Tað ger hon bert, um tað skuldi hent, at hon verður rakt av álvarsamari sjúku.

Tað sigur hon í samrøðu við svenska miðilin Expressen.

Fyri næstan 30 árum síðani skrivaði hon í bókini "Dronning i Danmark", at mann sambært henni eigur at sita á trónuni alt lívið, og tá hon varð spurd, um hon hevur broytt sína áskoðan hesum viðvíkjandi segði hon:

- Ikki sum eg dugi at ímynda mær, nei. Kanska, um eg verði álvarsliga sjúk. Eg havi ta fatan, at mann situr fyri lívið. Arbeiðið er fyri lívið. Tað er ein skylda, sum fylgir við uppgávuni at fylgja  pápa sínum. Tað ger mann, so leingi mann er á lívi, sigur drotningin.

Margretha drotning hevur sitið á trónuni síðan 1972, tá hon yvirtók, eftir at pápi hennara, Fríðrikur IX doyði.

Fyrr í ár var drotningin saman við elsta soni sínum á statsvitjan í Argentina, og sambært Expressen tulkaðu fleiri hetta sum, at hann skjótt fór at yvirtaka trónuna.

Sambært Margrethu drotning var orsøkin tó bert, at "tvey klára meira enn ein".

Margretha drotning er 79 ár og fyllir 80 16. apríl næsta ár. Hon sigur við Expressen, at hon væl følir, at hon er blivin gomul. Hon er ikki líka væl fyri kropsliga sum fyrr, og er hon ikki før fyri at gera tey somu tingini sum fyrr. Men sum heild heldur drotningin ikki, at hon er so nógv øðrvísi nú enn fyri tíggju árum síðani.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder