Margreta drotning kundi hátíðarhalda 50 ár á donsku trónuni í gjár, og har ætlar hon sær at verða verandi, so leingi hon livir. Tað sigur hon í samrøðu við danska miðilin B.T, sum Ritzau endurgevur.
Hon sigur, at tað hevur verið ein fragd at hava hetta starv og møguleikan at tæna sítt land. Eisini sigur hon seg vera sannførda um, at Fríðrikur krúnprinsur fer at vera til reiðar at yvirtaka trónuna, tá tann tíðin kemur.
Nær tað verður, sigur hon seg tó ikki kunna gita. Í 2020 segði drotningin, at hon væntaði seg hava minni enn tíggju ár eftir, og í samrøðu við B.T. sigur hon seg ikki hava broytt hugsan hesum viðvíkjandi. Tó undirstrikar hon, at hon framvegis hevur tað gott.
Margreta drotning fyllir 82 ár í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald