Kring allan heim verður mótmælt til frama fyri veðurlagið í dag. Í avstralska býnum, Sidney, møttust umleið 80.000 fólk í miðbýnum við kravi um at okkurt skal gerast fyri at støðga veðurlagsbroytingunum.
Roknað verður við, at dagurin í dag gerst ”størsta veðurlagsverkfall í søguni”. Milliónir av børnum kring allan heim væntast at fara út at gera vart við trupulleikan heldur enn at fara í skúla.
Men eisini vaksin ætla sær at rýma frá sínum dagliga gerningi fyri at gera vart við veðurlagstrupulleikan í dag.
Mótmælini eru sett í gongd av 16 ára gamla svenska aktivistinum, Greta Thunberg, sum sjálv verður við í mótmælunum í New York í dag.
Incredible pictures as Australia’s gathering for the #climatestrike
— Greta Thunberg (@GretaThunberg) September 20, 2019
This is the huge crowd building up in Sydney.
Australia is setting the standard!
Its bedtime in New York...so please share as many pictures as you can as the strikes move across Asia to Europe and Africa! pic.twitter.com/7eAPUQPq5C
Greta Thunberg byrjaði mótmælini í 2018, tá hon hvønn fríggjadag skulkaði frá skúla fyri í staðin at seta seg uttan fyri Ríkisdagin í Stokholm við einum skelti, har tað stóð ”Skolstrejk för klimatat” - skúlaverkfall fyri veðurlagnum.
Hóast unga aldurin hevur hon sett eina bylgju av mótmælum ígongd í Evropa, USA og Avstralia. Mótmælini verða rópt ”Fridays for Future”, og børnini mótmøla – oftast fríggjadagar – tí tey vilja hava heimsins politikarar til at koma við eini loysn upp á heimsins veðurlagsavbjóðingar.
Greta Thunberg er í New York í hesum døgum fyri at luttaka í veðurlagstoppfundinum hjá ST undan ST aðalfundinum í næstu viku.
Veðurlagsverkføllini byrjaðu í Ný Sælandi og Avstralia í morgun. Haðani eru myndirnar herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald