Fríggjakvøldið í farnu viku kyknaði eldur umborð á trolaranum Slættabergi, sum lá við bryggju í Klaksvík, og enn er eldurin ikki kannaður.
Men tað verður væntandi í morgin, fríggjadagin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
(Mynd: Sverri Egholm)
Náttina til mikudagin var eisini eldur í City Church í Havn.
Áður hevur verið upplýst, at eldurin tykist at vera kyknaður í eystaru síðu av bygninginum, har oljufýringin er, og væntandi verður eisini tað málið kannað í morgin. Inntil tá er bygningurin avbyrgdur.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Myndir: Stórur skaði hjá City Church
Sí eisini: Myndir: Stórur partur av brúnni kolaður upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald