Fríggjadagin hevur Carl XVI Gustaf sviakongur sitið fimmti ár á trónuni.
Kongaligi álmanakkin hetta til leygardagin er á tremur við tiltøkum fyri at hátíðarhalda fimmti ára dagin, skrivar svenska TT tíðindastovan.
Seinnapartin í dag skuldi kongur fáa almennu gávuna frá Ríkisdegnum og stjórnini, meðan tað á kongaliga slottinum í Stockholm er gávumóttøka og møguleiki fyri at ynskja kongi tillukku.
Men tað er fríggjadagin, at tann stóri dagurin er. Tá verður hildin ein takkargudstænasta, Te Deum, í slotskirkjuni, og skotkvøða verður latin av frá Skeppsholmen til heiðurs fyri kongi.
Um kvøldið verður 50 ára døgurði á kongsborgini, har eitt nú Margreta drotning av Danmark og donsku krúnprinsahjúnini eru millum gestirnar. Danska kongsfamiljan heldur til á kongaskipinum Dannebrog, sum hevur sett kós móti svenska høvuðsstaðnum fyri at vera har hósdagin og fríggjadagin.
Leygardagin er ætlanin, at Carl Gustaf kongur og Silvia drotning skulu koyra gjøgnum miðbýin í Stockholm saman við 3.000 herfólkum frá herinum og sjóverjuni.
Roknað verður við, at umleið ein hálv millión fólk fara at leita sær út í Stockholms gøtur í hesum sambandi.
Carl Gustaf av Svøríki og Margreta av Danmark hava bæði sitið fimmti ár á trónuni. Elizabeth II av Stórabretlandi náddi at sita sjeyti ár á trónuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald