Nú fara stórar maskinur í gongd við at byggja ein verjugarð nærhendis orkuverkið Svartsengi, sum liggur beint við Bláa Lón beint norðan fyri Grindavík.
Garðurin verður bygdur fyri at verja fyri, at grótbræðing fer at oyðileggja verkið, sum veitir orku til so at siga alt Reykjanes.
Enn er onki gosop at síggja. Men virksemið í undirgrundini undir Reykjanesi er framvegis stórt, tó ikki so stórt, sum tað hevur verið seinastu dagarnar.
Umleið 500 skjálvtar vórðu skrásettir í nátt, skrivar RÚV. Ein við styrkini 3,1 var í 3,8 kilometra dýpi í ein landnyðringnorðan úr Grindavík og eitt við somu styrki var í gjárkvøldið nakað longur eysturi, nærhendis Krýsuvík.
Íslendska Altingið samtykti beint fyri midnátt í gjárkvøldið eitt uppskot um at fara undir at byggja verjugarðin kring Svartengi orkuverkið. Ætlanin var annars at fara undir hetta arbeiðið í síðstu viku, men hetta varð slept, tá boð vórðu send til teir 3.800 borgararnar í Grindavík um at rýma úr býnum.
Mett verður, at kostnaðurin fyri múrin verður millum 2,5 og 3 milliardir íslendskar krónur, millum 120 og 150 milliónir danskar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald