Uttanlands

Verjugarðarnir síggja út til at halda

Nú floymir bert úr nøkrum fáum opum í sprunguni við Grindavík, ið tók at goysa í gjár

(Mynd: Veðurstova Íslands)

(Mynd: Veðurstova Íslands)

2024-05-30 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Verjugarðarnir, ið eru bygdir kring Grindavík tykjast at halda, og tí hevur nýggja gosið, sum byrjaði í gjár, ikki elvt til stórvegis skaðar í Grindavík-økinum.

Tað skrivar Ríkisútvarpið í morgun.

Tað fór at goysa úr eini yvir tveir kilometra langari sprungu nakað yvir middag í gjár, men í gjárkvøldið varð gosvirksemið minkað munandi í mun til fyrstu tímarnar. Í morgun streymaði grýtið bert úr nøkrum fáum opum, og grýtið floymdi fyri tað mesta norður úr sprunguni.

Ongin vandi er fyri spreingingum, og onki virksemið hevur verið í undirgrundini undir gosinum í nátt, upplýsti Veðurstova Íslands í morgun, sum eisini kundi boða frá, at allir verjugarðar síggja út til at halda sum ætlað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder