
Amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin og russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu tosaðu í gjár saman í telefon fyri fyrstu ferð síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar.
Í hesum sambandi kom Austin við áheitan um vápnahvíld í Ukraina, og undirstrikaði hann týdningin av at varðveita samskiftið, sigur John Kirby, talsfólk hjá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon sambært Ritzau.
Tað var amerikanski verjumálaráðharrin, sum setti seg í samband við russiska starvsbróðir sín. Seinast hesir báðir tosaðu saman var 18. februar. Sambandið millum partarnar hevur tó ongantíð verið slitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald