Uttanlands

Verjumálaráðharrin í Suðurkorea leggur frá sær

Varð hildin at vera tann, sum fekk forsetan at lýsa hernaðarliga undantaksstøðu í landinum - ein støða, sum tjóðartingið kolldømdi tveir tímar seinni

Umfatandi mótmælisgongur hava verið í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul, hesa seinastu tíðina (Mynd: EPA)

Umfatandi mótmælisgongur hava verið í suðurkoreanska høvuðsstaðnum, Seoul, hesa seinastu tíðina (Mynd: EPA)

2024-12-05 06:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Verjumálaráðharrin í suðurkoreansku stjórnini, Kim Yong-hyun, legur nú frá sær, og verður avloystur av Choi Byung-hyuk, sum hevur verið landsins sendiharri í Saudi Arabia.

Tað upplýsir forsetaskrivstovan í Seul í dag, sambært Reuters tíðindastovuni.

Uppsøgnin hjá Kim Young-hyun hendir, eftir at hann í gjár bjóðaði sær at leggja frá sær, orsaka av at suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol sama dag hevði lýst hernaðarliga undantaksstøðu í landinum, skrivar Reuters.

Hetta fekk landsins innanríkisráðharra, Lee Sang-min, til at skuldseta verjumálaráðharran fyri at hava heitt á Yoon forseta um at lýsa hernaðarligu undantaksstøðuna, ið varð tikin aftur bert tveir tímar seinni.

Undantaksstøðan varð sett úr gildi aftur, tá tað eydnaðist limum í tjóðartingin við atkvøðugreiðslu at forða fyri henni, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder