Danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, sum í morgin fer at skriva undir sáttmála við Jenis av Rana, landsstýrismann, um komandi eftirlitsradaran í Føroyum, gjørdi í gjár avtalu við íslendsku uttanríkisráðfrúuna, Þórdís Kobrún Reykfjörð Gylfadóttir, um verjusamstarv í Arktis og Norðurhøvum.
Avtalan varð gjørd í sambandi við at danski verjumálaráðharrin vitjaði í Íslandi.
Talan er um eitt heilt nýtt samstarv millum Danmark og Ísland. Sagt verður, at avtalan fær týdning fyri eftirlitið í Arktis, tí danska verjan nú fær møguleika fyri at deila eftirlitsdátur og aðra vitan við ísland.
Sambært Morten Bødskov vísir avtalan, at norðurlond og londini í Norðuratlantshavi taka ábyrgd.
- Vit eru í eini serligari støðu við kríggi í Evropa, har evropeiska trygdin er hótt. Eftirlitið í Arktis er ein týðandi partur av okkara verjuuppgávum, og henda avtalan styrkir arbeiðið hjá donsku fregnartænastuni, sigur verjumálaráðharrin í tíðindaskrivi.
Í 2020 gjørdu danska verjumálaráðið og íslendska uttanríkisráðið eina avtalu um goymslu av bjargingarútgerð á Keflavik Air Base. Henda atalan var eitt høvi til at víðka verjusamstarvið millum londini.
Morten Bødskov hevur verið á vitjan í Íslandi í tveir dagar, har hann hevur fundast um trygdarpolitisku støðuna í Evropa við íslendsku uttanríkisráðkvinnuna.
Í morgin hevur hann so fund við føroyska landsstýrismannin við uttanríkismálum, Jenis av Rana, har tað eisini verður eftirlitið í Arktis, sum verður eitt av høvuðsmálunum, skrivar danska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald