2022-10-17 18:50
Finsk-danska tónleikaduoin Logrén&Skriver, mannað við Karoline Skriver og Lassi Logrén, vitjar í hesum døgum Føroya Fólkaháskúla, við norðurlendsku verkætlanini ‘Norden er en sang’.
Saman við føroyska tónleikaranum, Heðin Ziska Davidsen, fara tey at hava eina work-shop við háskúlanæmingunun, har arbeitt verður við ymiskum norðurlendskum fólkasangi og tónleiki.
Dagarnir enda við eini konsert á Háskúlanum hóskvøldið klokkan 19.30. Konsertin er almenn og ókeypis. Nordisk Ministerråd og A.P. Møller grunnurin hava stuðlað verkætlanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald