placeholder
Innanlands

Verkætlanin á Ólavsvegi gongur eftir ætlan

Níggju grundøki verða gjørd á Toftum og arbeiðið at gera vegin verður væntandi liðugt fyri árslok

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2021-10-28 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um miðjan apríl varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og JHR-enterprenørar at gera veg til níggju grundøki á Ólavsvegi, sum er framhald av Gaddavegnum.

Tað skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Arbeiðið uppá at gera vegin varð boðið út til seks arbeiðstakarar. JHR átti lægsta tilboðið.

Nes kommuna ber sjálv kostnaðin av at leggja ávísar leiðingar.

Tað er Teknistovan í Gøtu v/Henning Olsen og Jens Kl. Jacobsen, sum tekur sær av teknisku vegleiðingi og eftirlitinum fyri Nes kommunu.

Arbeiðið at gera vegin gongur eftir ætlan. Vegurin verður væntandi liðugur fyri árslok.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder