
1. mai er altjóða arbeiðaradagur, og hetta verður hátíðarhildið á ymsan hátt í fleiri støðum.
Á hesum degnum er Verkafólk komið við einari fráboðan. Og hvat er so "Verkafólk"?
- Tørvur er á eini sterkari verkafólkarødd, tí hava fakfeløgini valt at ganga saman í samstarv, sum hevur til endamáls at seta á skrá umstøður og rættindi hjá verkafólkum, at bøta og betra um rættindini og at fáa betri sáttmálar.
Soleiðis verður greitt frá í skrivinum, sum byrjar við at kunna um, at Arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið hava skipað seg í samtakinum Verkafólk.
Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, ið hava verið saman í Samtaki, og so Havnar Arbeiðskvinnufelag, umframt Havnar Arbeiðarafelag
Samtak leggur seg harvið undir - ella leggur saman við Verkafólk.
- Verkafólk avloysir hetta, og vit halda eisini, at tann sammleikin er nógv betri. Eg haldi eisini, at okkara limir kenna seg nógv betri aftur í hesum.
Hetta sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, i samrøðu við Kringvarpið. Hon staðfestir, at tíðin var tann rætta til at gera hetta starvið millum øll feløgini formligt. Man hevur samstarvað áður - millum annað til langa verkfalli í fjør.
- Verkafólk vísti veruliga sítt virði og hvat tey eru gjørd av, tá ið tey fyri einum árið síðani fóru í verkfall og fingu størstu lønarhækkan í nýggjari tíð. Tað samanhaldið, sum var millum verkafólk tá á stóð, byggja vit nú víðari á. Verkafólk umboða túsundtals verkafólk á sjógvi og landi.
Til ber at lesa alt skrivið frá "Verkafólk" HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald