Uttanlands

Verkfallið er av: Semja millum SAS og flogskipararnar

Eftir verkfall í tvær vikur er semja funnin millum SAS og flogskipararnar. Eitt verkfall sum hevur kostað flogfelagnum upp ímóti einari milliard

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-18 20:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Semja er gjørd millum SAS og flogskipararnar um nýggja avtalu. Tað skriva bæði Danmarks Radio og TV2 í kvøld.

Verkfallið byrjaði 4. juli og síðani eru umleið helvtin av fráferðum hjá SAS avlýstar. Hetta hevur rakt fleiri enn 270.000 ferðafólk og hevur kostað flogfelagnum upp ímóti einari milliard krónur.

Talan er um 900 flogskiparar úr Danmark, Noreg og Svøríki, sum so nú fara aftur til arbeiðis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder