Innanlands

Verkfallið harðnar: Nú kann sjúklingatrygdin vera í vanda

Ábyrgdarloysið má steðga, siga sjúkrarøktarfrøðingarnir sum hava boðað Sjúkrahúsverkinum frá, at frá í morgin seinnapart verða undantøk ikki givin

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KVF)

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / KVF)

2023-11-01 13:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ein mánaði síðani, at fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir í Sjúkrahúsverkinum fóru í verkfall, og enn hevur ikki eydnast at finna eina semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Men nú trýstir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar, tí í fráboðan til Sjúkrahúsverkið í dag, verður sagt, at undantøkini á seingjardeildum, skurðdeildum og ambulatorium ikki verða givin frá hósdegnum 2. november klokkan 16.

- Okkara vón er, at hetta fær landsstýriskvinnuna at skilja álvaran og velja semju. Tí nógv stendur uppá spæl. Hetta er eitt stríð um haldførið í øllum heilsuverkinum. Landsstýriskvinnan hevur eitt uppskot til semju liggjandi á sínum borði, eitt uppskot, har vit sum felag hava flutt okkum so langt sum vit kunnu. Tað krevur bert hennara undirskrift, so er verkfallið av.

- Hesar fimm vikurnar, ið vit hava verið í verkfalli, hevur Fíggjarmálaráðið als ikki tikið ábyrgd, og latið alt sjúkrahúsverkið dúvað uppá okkara undantøk, vitandi at vit, sum vant, taka ábyrgd. Við 40 deildum í verkfalli, er trýstið stórt, og rúgvan av útsettum viðgerðum gerst størri fyri hvønn dag, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder