2020-10-19 09:10
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í morgun klokkan sjey byrjaði verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Í løtuni eru 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfalli, men hetta ávirkar ikki koronadeildina, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, við Útvarpið.
Les eisini: 50 sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur fingið tilsøgn frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um, at koronadeildin ikki verður rakt, um eitt smittuútbrot kemur, sum ger, at tørvur verður á innleggingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald