Innanlands

Verklagslógin til heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki endaliga samtykt

Gongur sum ætlað, stendur heimið, sum verður mett at kosta 54 milliónir krónur, liðugt bygt næsta ár

Politiska skipanin eigur at arbeiða fyri, at allir gomlu og smáu stovnarnir, ið heldur ikki eru bygdir til endamálið, skulu skiftast út við nýggjum og endamálsbygdum tilboðum. Tað verða alt fleiri, ið hava tørv á tí og hetta er ein ábyrgd, ið politiska skipanin eigur at taka í álvara, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum (Savnsmynd)

2022-04-29 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgtingið samtykti einmælt í dag verklagslógina til heimið til fólk við menningartarni og fjølbreki, ið skal byggjast í Reynstúni á Argjum.

Talan er um 18 íbúðir, ið verða gjørdar til endamálið.

Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum sigur sambært heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum, at politiska skipanin eigur at arbeiða fyri, at allir gomlu og smáu stovnarnir, ið heldur ikki eru bygdir til endamálið, skulu skiftast út við nýggjum og endamálsbygdum tilboðum.

– Tað verða alt fleiri, ið hava tørv á tí og hetta er ein ábyrgd, ið politiska skipanin eigur at taka í álvara, sigur hann.

Farið verður undir byggjaríið skjótast gjørligt, og gongur sum ætla, stendur heimið í Reynstúni liðugt bygt næsta ár. Kostnaðurin verður mettur at vera 54 milliónir kónur.

Sambýlið er í fyrstu lagi ætlað búfólkunum á Eirargarði, og støða skal takast til, hvat Eirargarður so kal brúkast til, tá heimið er liðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder