Bilverkstaðið í Porkerishaga, sum eldur kom í í gjárkvøldið, brann í grund, men eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, veit vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.
Tað var klokkan 22.21, at boðað varð frá eldinum, og løgregla og sløkkilið vóru skjót á staðnum.
Talan var um stóran, opnan eld, sum eisini kom í eina bingju, sum stóð við verkstaðið. Ógreitt er, um bilar vóru inni á verkstaðnum, men har var fult av dekkum á goymslu.
Enn kann løgreglan einki siga um orsøkina til eldin. Løgreglan, sum var tíðliga á staðnum, hevur skjalprógvað, hvar eldurin kyknaði, og løgreglan í Suðuroynni og brunaserfrøðingurin hjá løgregluni fara nú at umrøða málið, sigur vaktleiðarin.
Lagt verður tó afturat, at løgreglan hevur onga sterkar ábendingar um, at nakað ólógligt skal vera farið fram.
Dagførd kl. 8.24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald