Tær eru ikki yndisgestirnir hjá fólki flest, men tað er ikki vanligt, at vespur eru so nógvar í tali og so nógv til ampa, sum tær hava verið Úti í Grøv í seinastuni
Á sosialum miðlum og aðrastaðni hava fólk úr serliga Klaksvík sagt søgur um óvanliga ágangandi vespur. Í summum førum hava kyktini meira ella minni lopið á fólk, sum hava verið til gongu og annað í náttúruøkinum millum Klaksvík og Norðoyri.
Klaksvíkar kommunu hevur nú staðfesti trupulleikan, og at talan er um eitt vespubýli.
- Hóast heystið er komið, so er vesputíðin ikki av enn. Kommunan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at vespur, ið eru Úti í Grøv, eru sera ágangandi hesa tíðina.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað víðari verður staðfest, at tiltøk nú er eru sett í verk.
Fyritøkan Vakurt hevur verið á staðnum. Eitt býli er funnið, og er arbeiðið at týna vespubýlið sett í gongd.
Fyri ártíðina hava óvanliga nógvar vespur verið at síggja seinastu tíðina, og tað kunnu framvegis vera nógvar at síggja í viðarlundini næstu tíðina, skrivar klaksvik.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald