Uttanlands

Vestari partur av USA raktur av hitabylgju

Fleiri hundrað lokal hitamet eru sett seinastu dagarnar, og hitin kann elva til ringasta turkin, sum USA hevur sæð í 1200 ár

(Savnsmynd: Shutterstock)

(Savnsmynd: Shutterstock)

2021-06-19 17:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vestari parturin av USA er í løtuni raktur av einari ógvusligari hitabylgju, sum hevur sett fleiri hundrað lokal hitamet seinastu dagarnar. Hendan hitabylgjan hevur so elvt til tað, sum kann gerast ringasti turkurin í 1200 ár.

Turkurin ávirkar landbúnaðin og elvir til vatntrot, samstundis sum stórt trýst verður lagt á partar av infrakervinum.

Týsdagin fingu fleiri enn 50 mió. amerikanarar eina ávaring um ógvusligan hita. Í Salt Lake City í statinum Utah varð m.a. met sett, tá hitin kom upp á 42 stig, og í støðum í statinum Kalifornia kom hitin heilt upp á 50 stig, skrivar Jyllands-Posten.

Sambært núverandi veðurforsøgnum, verður framvegis nógvur hiti restina av mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder